Tvey ísfiskalínuskip, sum í løtuni eru til fiskiskap, fáa mest av longu og brosmu. Skipini koma helst inn at landa síðst í næstu viku.
Eitt línuskip er á Føroyabanka og kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ísfiskalínuskipið, sum er á Føroyabanka, fær mest av hýsu og longu.
Flestu frystilínuskip eru í løtuni til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya verður einki sagt um, hvar frystilínuskipini eru í løtuni.
Streymurin verður góður, og veðrið verður gott tað mesta av vikuni. So helst verður nakað av útróðri.
- Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Bátarnir fáa mest av hýsu, verður lagt aftrat.