Seinnapartin fekk løgreglan boð um, at olja fleyt á sjónum á Argjaboða. Sløkkiliðið varð boðsent, men talan var um so lítið av olju, at tey fingu ikki tikið tað upp, tí tað lá bara sum ein tunn skón oman á sjónum. Kanningar vórðu tiknar av oljuni, men tað ber ikki til at staðfesta, hvaðani hon stavaði. |










