- Samgongan hevur fingið 52 prosent og andstøðan 48 prosent av umrøðuni í fjølmiðlunum undir valstríðnum.
Tað vísir miðlabarometrið hjá SamFelagnum - felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum - nú løgtingsvalið verður í morgin.
Størstu flokkarnir á tingi hava fingið mestu umrøðuna í fjølmiðlunum undir valstríðnum.
- Fólkaflokkurin hevur fingið 25 prosent av allari umrøðu, Sambandsflokkurin hevur fingið 20 prosent, Javnaðarflokkurin 19 prosent, Tjóðveldi 17 prosent, Miðflokkurin sjey prosent, og Nýtt Sjálvstýri og Framsókn hava fingið seks prosent.
Sagt verður í tíðindaskrivi, at seinastu vikuna upp undir valið er tað serliga Fólkaflokkurin, sum hevur fingið mestu umrøðuna við góðum 36 prosentum av umrøðuni. Honum næstur er Javnaðarflokkurin við 16 prosentum.
Tað er SamFelagið, felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, sum hevur fylgt umrøðuni av flokkum og valevnunum undir valdystinum. Miðlabarometrið er at finna á www.samfelagid.fo/val.