- Tað verður ikki nógvur fiskur frá línuskipunum hesa vikuna. Tvey skip landa mánadagin. Tey hava mest av toski og so nakað av svartkalva og hýsu.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip er undir Íslandi, men ivasamt er, um tað landar í vikuni sum kemur.
- Væntandi fara fleiri línuskip út útaftur, tá streymurin batnar eftir vikuskiftið.
Um útlitini fyri útróðri, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin batnar út á vikuna, og veðrið verður eftir øllum at døma hampiligt tað mesta av vikuni.
- Tí vænta vit, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu, verður lagt aftrat.