Lítil línufiskur í væntu

Streymurin er góður aftur, og veðurútlitini eru hampilig.

- Eitt línuskip er í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð. Eitt skip er í Íslandi, men er júst byrjað túr. Eitt línuskip er eisini á Rygginum og landar mánadagin.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin á Rygginum fyri tað mesta er smáligur.

 

- Vit vænta skipið av Rygginum mánadagin og eitt ella tvey skip aftrat seinni í vikuni.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er góður aftur, og veðurútlitini eru hampilig.

 

- Vit vænta tí nakað av útróðrarfiski, mest toskur, hýsa og okkurt smávegis av øðrum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.