Lítil línufiskur í næstu viku

Streymurin verður góður, og veðurútlitini fyri næstu vku eru hampiliga góð.

 

- Seks línuskip fiska undir Íslandi. Møguliga landar okkurt av hesum skipum í Íslandi og okkurt møguliga í Føroyum síðst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fimm línuskip liggja. Eitt av hesum er á sleipistøð.

 

- Hini skipini fara væntandi út aftur um vikuskiftið, men koma neyvan inn aftur at landa fyrr enn í aðru viku.

 

Fríggjadagin landaði annað av teimum smáu línuskipunum, og teir koma helst innaftur at landa í næstu viku. Hitt línuskipið fiskar svartkalva og kemur inn at landa beint eftir hvítusunnu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góður, og veðurútlitini eru hampiliga góð.

 

- Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri. Veiðan hjá útróðrarbátunum er blandað. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu, og kanska verður eisini eitt sløð av hvítingi.