Partrolararnir, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa sum vikan gongur, men fiskiskapurin hjá upsatrolarunum er framvegis smáligur. Nøkur pør liggja eisini við bryggju.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir djúpvatnstrolararnir, sum vanliga eru á ísfiskaveiði, liggja, men fara væntandi útaftur, tá líkindini verða betri.
Allir teir smáu trolbátarnir liggja eisini við bryggju. Teir fara út at fiska havtasku, tá veðrið batnar, men sum veðurforsagnirnar eru í løtuni, kann tað taka rúma tíð.
- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, og tey koma helst inn at landa síðst í vikuni, sum kemur. Men, eisini her verður sagt frá smáligum fiskiskapi, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.










