Lítil grind á veg á Fuglafjørð

Nakrir fáir bátar eru hjá grindini, sum varð funnin sunnan fyri Leirvík.

Tað var um sjeytíðina í morgun, at boð komu um, at ein grind lá úti fyri brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík.

 

Fyri løtu síðani vóru bara nakrir heilt fáir bátar hjá grindini, og teir vóru á veg inn á Fuglafjørð við henni. 

 

Mett verður, at grindin er umleið 50 hval.