Tú kundi kanska hildið, at tað er lygn, men so er ikki. Lítla nebbasildin á viðheftu mynd er veidd á pilki, sum vigar heili 28 gramm.
Hetta er ein lutfalsliga stórur og tungur sílapilkur við trimum krókum. Pilkurin er ríkiliga stórur til veiði eftir sílum á vøtnum, men er vælegnaður á sjónum eftir stórseiði.
Í góðveðrinum í dag, tá undirritaði gekk ein túr eftir stóra sandinum á Sandi og slongdi út, kom henda lítla nebbasildin á pilkin.
Gott nokk tók hon ikki pilkin, tí tað hevði ivaleyst verið ein fysisk ómøguligheit hjá so lítlum fiski, men tann eini krókurin hevði krøkt nebbasildina nakað aftanfyri høvdið.
Nylonið, sum er undir tráðuni, er 0,25 mm. tjúkt og heldur 25,8 kilo, so her stóð ikki nógv á, tá nebbasildin kom á pilkin.
Tað positiva er, at hetta ivaleyst er júst tann støddin av nebbasild, ið eitt nú lundi og annar sjófuglur leita eftir.
So, vónandi er hendingin í dag eitt tekin um, at nógv nebbasild er við landið - til gagns fyri svartfuglin og pisurnar, sum skjótt flúgva úr reiðrinum.