Lítil fiskiskapur við troli

Bæði partrolarar og trolbátar hava smáligan fiskiskap. Væntandi landa tríggir ella fýra trolbátar mánadagin.

Tað er lítið nýtt at frætta um partrolararnar. Allir fiska upsa, og fiskiskapurin er heldur smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar annan djúpvatnsfisk.

 

- Teir, sum fiska upsa, landa helst mánadagin. Hinir djúpvatnstrolararnir frysta umborð, og aðrir liggja við bryggju.  

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru fýra trolbátar til fiskiskap.

 

- Tríggir og møguliga allir fýra koma inn at landa mánadagin. Teir fiska á Skeivabanka og fáa mest av upsa, toski, havtasku og longu.

 

Sagt verður, at trolbátarnir hava smáligan fiskiskap.