Lítil broyting millum valdømini

Í mun til undanfarna løgtingsval, er býtið millum valdømini nærum óbroytt.

Um nýggju løgtingsvalevnini vera býtt á gomlu valdømini, sæst, at í mun til undanfarna løgtingsval, hava atkvøðurnar flutt seg lítið landafrøðiliga sæð.

 

Suðurstreymoy hevur fingið 14 av tinglimunum, Eysturoyggin seks, Suðuroyggin og Norðoyggjar fimm hvør, Sandoyggin ein, Vágarnar ein og Norðstreymoy ein.

 

Við seinasta løgtingsval fekk Suðurstreymoy eisini 14 tinglimir og Eysturoyggin seks. Suðuroyggin og Norðoyggjar fingu fýra hvør og hava tí vunnið ein fleiri enn seinast, men teir eru tiknir frá Sandoynni og Vágunum, sum hava mist ein hvør. Norðstreymoy hevur enn ein tinglim.

 

Hetta býti verður tó fullkomiliga broytt, tá landsstýrið verður mannað og varafólk taka sæti. Sum dømi kann nevnast, at hóast einans seks eysturoyingar vórðu valdir inn á ting til valið í 2011, so hava 10 eysturoyingar manna løgtingið hesi seinastu fýra árini.

 

Men tó, verður tað samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, so er líkt til, at tað í høvuðsheitum verða fólk úr Suðurstreymoy, ið taka sæti á tingi fyri tey, ið fara í landsstýrið.