Lítið til av svartfugli

Tað er ikki til at siga, um tað er vantandi føði her, ella tað er nóg mikið til, har teir eru, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.

Tað er ikki til at siga, um tað er vantandi føði her, ella tað er nóg mikið til, har teir eru, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.

 

Tað hevur verið lítið at sæð av svartfugli higartil í ár.

 

- Tað var tann eini báturin, sum fekk 15 fuglar mitt í oktober eystan fyri Nólsoynna, og so tann eini báturin norðan fyri, sum fekk átta. Annars hava bátarnir fingið upp í tríggjar, tað eg havi hoyrt, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Hann heldur orsøkina vera, at ov lítið av føði er inni við land.

 

- Tað er sjálvandi tann møguliga orsøk, at fuglarnir hava nóg mikið av føði, har teir eru, leggur hann aftrat.

 

Hann heldur, at vit ikki hava sæð tann vanliga streymin av svartfugli, sum vit síggja onnur ár.

 

- Eg haldi, at vit ikki hava sæð íslendsku fuglarnar, sum vit plaga at síggja hesa árstíðina, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.