Tað er Jenis av Rana, sum setir løgmanni hesar spurningar:
1. Bendir nakað á, at landsstýrið fer at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis oyðandi kríggi Russlands móti Ukraina og fólki tess?
2. Hvussu kann, um so er, innihaldið í einum slíkum politikki hugsast at fara at verða.
3. Nær kann væntast, at ein slíkur politikkur sær dagsins ljós?
Í viðmerkingum til spurningarnar sigur Jens av Rana soleiðis:
»Hjálp elskaða ukrainska fólkinum á teirra friðarferð og lat ljósið frá páskunum breiða seg til russiska fólkið«. Hetta segði Frans pávi millum annað í páskaprædiku sínari fyri umleið 100.000 fólkum á Pæturplássinum páskamorgun.
Skjótt eru 14 mánaðir farnir afturum, síðani Rusland eirinda- og miskunnarleyst legðist á ukrainsku grannatjóð sína við krígsmegi.
Uttan fyrilit eru í hesar 14 mánaðirnar menniskju í hundraðtúsundatali dripin. Heim, sjúkrahús, barnagarðar, samkomur, kirkjur- og skúlar í hundraðtali eru løgd í oyði. Sami miðvísi ágangur er framdur móti ídnaði, arbeiðsplássum, flogvøllum, vegakervi landsins – ja øllum, sum oyðileggjast kann.
Einki bendir á, at nakrar ætlanir eru um steðg. Tíverri hómast eingin friðarglotti.
Um minni enn tvær vikur eru fýra mánaðir farnir, síðani nýggja samgongan tók yvir føroyskan politikk. Sæð burtur frá uppskoti um at seta í verk donsk (EU) ríkislógartilmæli og samtykta uppskotinum um at játta 7 mió. kr. í humaniterari hjálp til Ukraina frættist enn lítið og einki um nakran miðvísan føroyskan ukrainapolitikk.