Lítið ferðsluóhapp í Kirkjubø

Eitt lítið ferðsluóhapp hendi í gjár í Kirkjubø, tá ein bilur rendi á eina húsagrund.

Eitt lítið ferðsluóhapp hendi í gjár í Kirkjubø, tá ein bilur rendi á eina húsagrund.

 

Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá politinum í gjár og í nátt. Einasta, vakthavandi visti at siga frá, var eitt lítið ferðsluóhapp í Kirkjubø í gjár.

 

Ein bilur rendi inn í eina húsagrund, men stoyturin var so mikið lítil, at bilurin kundi koyra frá óhappinum uttan hjálp.

 

Einasta annað var ein avdottin maður, sum varð koyrdur á Herbergið, sigur vakthavandi á politistøðini.