Tað stakk seg eitt sindur av ørkymlan upp í tinginum í dag, trý tingfólk úr samgonguni høvdu umbiðið eina atkvøðugreiðslu um at fáa málið um fiskivinnunýskipanina tikna úr vinnunevndini og at fara beint til viðgerðar í løgtinginum.
Fleiri andstøðutingfólk ressaðust á, tí tey søgdu, at teirra álit var latið inn og tí skuldi leggjast fram. Jørgen Niclasen og Bjørn Kalsø, ið báðir eru í vinnunevndini, siga, at teir skilja einki av hesum og at teir halda hetta verða eina fintu hjá samgonguni at sleppa undan álitinum hjá andstøðuni, sum eigur meirlutan í vinnunevndini.
- Okkurt kundi bent á, at tey annahvørt vilja sleppa undan at taka okkara álit við, ella eru tey ikki samd um sítt egna, sigur Jørgen Niclasen.
Bæði Jørgen Niclasen og Bjørn Kalsø siga, at samgongan sleppur undir ongum umstøðum undan at viðgerða teirra álit, tí teir hava meirlutan í vinnunevndini og kunnu tí krevja, at tað verður lagt fram.
Vit vistu ikki um teirra álit
Jónleif Johannesen, ið var ein av trimum, ið løgdu fram uppskot um atkvøðugreiðslu, sigur, at tey høvdu biðið um atkvøðugreiðsluna, tí tey høvdu ikki sæð nakað álit frá andstøðuni.
- Um álitið kemur fram nú kl. 18, so gangi eg bara út frá, at atkvøðugreiðslan um at fáa tað úr nevnd, fellur burtur. So fara vit at viðgera álitini, sum verða løgd fram, sigur Jónleif Johannesen.