Løgtingsformaðurin hevur játtað rættarnevndini nakrar dagar afturat til málið um Føroyar sum eitt valdømi Málið um Føroyar sum eitt valdømi er útsett eina ferð enn.
Formaðurin í rættarnevndini, Marjus Dam, sigur við Norðlýsið, at hann bað um at fáa málið útsett til mikudagin, og hesum eftirlíkaði løgtingsformaðurin.
Marjus Dam sigur, at tað tekur heldur longri tíð at fáa álitið skrivað, og tað politiska arbeiðið kring málið dregur eisini út, sigur hann.










