Álitið hevur týdning

? Tað er eisini ein spurningur um álit millum fíggingarstovnin og fiskimannin, tá skip skulu fíggjast, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa

 

Klaksvík: Nýggir og ungir fiskimenn skulu hava trivaligan eginkapital, tá teir skulu keypa sær skip, men fíggingin er eisini ein spurningur um álit millum peningastovnin og fiskimannin.

? Hava vit álit á tí persóni, sum ætlar at keypa sær bát ella skip, so eru vit eisini til reiðar at strekkja okkum í fíggingarspurninginum, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Føroya Banki vísir í síni ársfrágreiðing á, at tað er mest sum ógjørligt hjá ungum fiskimonnum at keypa sær skip, hava teir ikki stóra upphædd í eginpeningi.

? Tað er neyðugt at skilja ímillum, um talan er um stór skip ella til dømis útróðrarbátar. Tað ber framvegis væl til hjá einum manni at keypa sær ein útróðrarbát, hóast krøvini til eginpening eru harðari, sigur Eyðfinn Reyðberg.


Einki pant í fiskiloyvum

Sparikassastjórin í Klaksvík vísir á, at peningastovnarnir ikki kunnu taka pant í fiskiloyvinum, og at tað tí verða sett størri krøv til eginpeningin.

? Tað besta fyri peningastovnarnar hevði verið, um tað bar til at taka pant í fiskiloyvunum, men tað er eitt politiskt mál, og tað hava vit einki við at gera, sigur Eyðfinn Reyðberg.

? Hetta er kanska meiri eitt prinsipielt mál enn nakað annað, og tí skal óneyðuga nógv ikki leggjast í tað, heldur sparikassastjórin

Tá talan er um keyp av bátum ella skipum, metir Norðoya Sparikassi eisini, um hvat virðið á farinum er. Fiskaprísirnir og eftirspurningurin eftir bátum gera, at prísurin fyri til dømis útróðarbátar er hægri enn hann átti verið.

? Hevur ein maður hug at keypa ein útróðrarbát fyri meiri enn veruliga virði á bátinum er, so seta vit eisini størri krøv til eginpeningin. Men aftur her er álitisspurningurin av týdningi, tí hava vit álit á monnum, so hevur tað eisini ávirkan á treytirnar, sigur Eyðfinn Reyðberg.