Landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, tekur væl ímóti álitinum um eldraøkið - eitt álit, sum hevur verið á veg í skjótt tvey ár. Álitið skal vera grundarlag undir samráðingunum við kommunurnar, sum eftir ætlan skulu enda við, at alt eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, tá næsta ár er hálvrunnið. Tað er í samsvar við álitið um uppgávubýtið millum land og kommunur, sum ein arbeiðsbólkur lat úr hondum í fjør.
Nógvir spurningar eru tó framvegis ósvaraðir. Millum annað, hvør skal gjalda hvat, tá eldraøkið verður lagt út, skulu kommunurnar fáa nakað endurgjald fyri hetta, og hvussu skal tað fremjast. Og hvussu skulu broytingarnar samantvinnast við tær skipanir, sum longu nú eru galdandi á økinum.
- Eg havi álit á, at kommunurnar megna at røkja eldraøkið, og eg vænti eisini, at vit finna semju um at broyta verandi skipan, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann ásannar, at bráðfeingis tørvurin á búplássum er stórur, men vísir á, at eldraøkið hevur verið eitt forsømt øki í fleiri ár.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár eru játtaðar 20 milliónir krónur til íløgur til eldraøkið. Hóast allir flokkar undan løgtingsvalinum tosaðu um, at eldraøkið skuldi raðfestast høgt, so er landsstýrismaðurin nøgdur við hesa játtan. Páll á Reynatúgvu vísir á, at peningurin verður latin eftir lyklinum, har land og kommunur býta kostnaðin av at byggja røktarheimspláss ímillum sín. Hann væntar, at kommunurnar fara at seta tað sama av til íløgur í røktarheimspláss, so samlaðu íløgurnar til hetta økið verða 40 milliónir krónur næsta ár.
- Eg meti heilt greitt, at initiativið má koma frá kommununum. Tað eigur at vera soleiðis, at kommunurnar taka stig til bygging, og so rindar landið helvtina av tí, sum íløgan í røktarheimið kostar, sigur Páll á Reynatúgvu. Á fíggjarlógini í ár eru játtaðar 10 milliónir krónur til íløgur í eldraøkið, men bara lítil partur av játtani er brúkt. Páll á Reynatúgvu væntar ikki, at sama fer at gera seg galdandi næsta ár.
- Vit hava í dag ein akuttan tørv á røktarheimsplássum, og tí vænti eg, at tað fer at henda nakað næsta ár, sigur Páll á Reynatúgvu.