- Tað eru nógvir faktorar sum gera, at tað hevur eydnast væl hjá SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingum. - Vit hava álit á hvørjum øðrum, og kundarnir hava stórt álit á okkum, sigur Ársins privati leiðari, Árni Jakobsen, stjóri í SMJ í samrøðu við serblaðið um byggivinnu, sum var í Sosialinum í gjár.
Í blaðnum er samrøða við ársins privata leiðara, og her er eisini ein lýsing av tí fyritøku, sum hann stjórnar.
Tað var á leiðaradegnum hin 31. januar í ár, at Árni Jakobsen, stjóri og eigari av SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar, varð kosin Ársins privati leiðari.
Dómsnevndin sigur, at tú hevur skapt eitt mennandi starvsfólkaumhvørvi við høgum starvsfólkanøgdsemi. Er hetta nakað, tú hevur lagt serligan dent á sum stjóri í SMJ?
- Ja, fyri 15 árum síðan fóru vit í SMJ undir at arbeiða við tí, vit rópa einum persónsprofili og menning. Ráðgevin, sum vit tá brúktu, ávaraði meg um, at hetta helst fór at kosta pening og stríð hjá leiðsluni. Ráðgevin legði tó aftrat, at hetta fór at løna seg í longdini, og eg kann bert staðfesta, at so varð.
Árni Jakobsen sigur, at tá fólk koma í starv hjá SMJ, verða tey sædd frá tveimum síðum, sum stjórin tekur til.
- Hin eina síðan er tann kunnleiki, sum starvsfólkini hava nomið sær gjøgnum lærdóm - og hin síðan er persónligu eginleikarnir. Tað er her, at vit arbeiða við persónstestum og læra at gagnýta eginleikarnar hjá hvørjum øðrum. Hetta hevur hjálpt okkum til at vera ein vælvirkandi fyritøka, sigur hann.
SMJ blómar og er í støðugum vøkstri. Fyritøkan er væl rikin, væl konsoliderað og hevur góð fíggjarlig úrslit. Hvør er uppskriftin - ella er hetta nakað, sum stjórin bara dugir?
- Eg veit ikki, um hetta er nakað, sum stjórin dugir. Tað eru nógvir faktorar, sum gera, at tað hevur eydnast so frægt hjá okkum, sum tað hevur gjørt.
Árni Jakobsen heldur, at skal hann nevna okkurt í hesum sambandi, so er tað álit - tað at hava álit á hvørjum øðrum og ikki minst, at kundarnir hava víst SMJ stórt álit.
Í serblaðnum í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar í gjár, verður nógv gjørt burtur úr fyritøkuni - SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar