Litfagrar trillibørur til láns

Í Nólsoy hava tey nú átta fagurt littar trillibørur, sum verða læntar út til bæði bygdafólk og ferðafólk - ókeypis.

 

Eitt nýtt, grønt og genialt átak er farið av bakkastokki í Nólsoy, har øll, sum búgva í Nólsoy - ella ferðast í bygdini - kunnu lána trillibørur ókeypis at koyra viðføri og annað við.

 

- Øll kunnu læna trillibørurnar - bygdafólk eins væl og ferðafólk - og púra ókeypis verður sagt um tiltakið.

 

Fimm slíkar trillibørur eru úti bryggjuni á Klivum, har Ternan leggur at - og tríggjar eru við Avhaldshúsið, sum er beint við matvøruhandilin í bygdini.

 

- Tað er Vígdis Bjarnadóttir, sum eigur hugskotið, og tað er Ívar Bærentsen, sum hevur syrgt fyri at heingja trillibørurnar upp, soleiðis at tær altíð eru tøkar og ikki fúka burtur í vindi.

 

Í Nólsoy siga tey, at tað eru fleiri raskar ungar damur, sum hava hjálpt til við at litprýða trillibørurnar.

 

Tað er ikki so sjáldan, vit síggja, at nólsoyingar slóða fyri við nýggjum hugskotum. Tá ruddingardagur var í Nólsoy herfyri, tóku tey stig til eisini at rudda á sjónum við kavarum.

 

Umframt ruskið, sum savnað varð kring um í bygdini og fjøruni henda dagin, tóku kavarar eisini nógv ymiskt órudd upp av víkini, eitt nú fleiri bildekk.