Bókin er til tey 0-2 ára gomlu. Hon er úr pappi, hevur klaffar og er, sum heitið bendir á, sera litrík.
Í bókini eru litfagrir lutir, og skrivað stendur, hvussu teir eita, so hetta er ein bók, har barnið saman við tí vaksna lærir um teir ymsu litirnar og at seta teir í samband við ymiskt, tað kennir aftur úr umhvørvinum.










