Petur sigur, at tey sum koma til framsýningina síggja skjótt, at hann er í ferð við at skifta stíl. Fyri at menna sín egna persónliga stíl, sá hann ongan annan hátt enn at mála út yvir 122 av málningunum, sum hann hevði málað í 2007, teir vóru ov døkkir og vóru eftir hansara meting ein plagiering hjá øðrum føroyskum listamonnum.
Hann hugsaði um at fara aftur til naturalismuna, men eftir hugsan og svøvnleysar nætur, fór hann at granska onnur listafólk sum t.d. Karel Appel (føddur í Amsterdam) (1921-2006), norðmannin Edvard Munch (1863-1944) og hálendigin Vicent Van Gogh (1853-1890).
Gult er so pent, segði Van Gogh, og tað er so satt, sum tað er sagt, men Petur Prent heldur at onkur gráur farri er eftir, av einum ávísum føroyskum listamálara, so hann væntar, at málningarnir myrkna aftur, sum tíðin líðir, men vónandi í egnum stíli, hann heldur eisini, at tað er ein torfør tíð, tá ein skiftir stíl og ringt hjá áskoðaranum at gloypa.
Framsýningin er frá fríggjadegnum 11. januar til týsdagin 15. januar. Opið er allar dagar frá kl. 15-20.