Vit hava vita tað leingi, men nú er tað prógvað. Børn verða ófriðarlig og ovurvirkin av at eta sodavatn og bomm.
Eftir at kanningar hava staðfest sambandið millum litevni og ovurvirkni, hava bretskir myndugleikar valt at ráða foreldrum frá at geva børnum sínum mat við litevni í.
Kanningar eru gjørdar av E102, E104, E110, E122, E124 og 129. Hesi evni eru serliga at finna í bomm, sodavatni og ísi.
Atferðartrupuleikarnir hjá kannaðu børnunum vístu seg bæði í skúlanum og við hús.
Danska blaðið Metro-Xpress skrivar í dag, at bretska Food Standards Agency hevur gjørt nýggjar tilráðingar.
-Um barnið hevur lindið at vera ovurvirkið ella hevur ADHD (damp), ger ein børnunum ein beina við ikki at geva teimum mat við litevni í, sigur granskingarstjórin Andrew Wadge frá Food Standards Agency við Metroxpress.
Litevni er ikki einasta orsøk til ovurvirkni, men hetta er so ein, sum vit kunnu gera nakað við, siga granskararnir.