Litaviskur styrkur til VB

Sudurras.fo veit at siga, at hondbóltskvinnurnar í Vági styrkja seg við tveimum litaviskum spælarum til komandi kappingarár. Hesar eru 19 ára gamla Gintare Butkeviciute og 20 ára gamla Ingrida Kuodyte, sum báðar koma til Føroya í morgin.

Gintara, sum er miðspælari,  spælir við litaviska U19-landsliðnum, og hon er í løtuni næstovasta navnið á máltindinum í bestu litavisku deildini. Ingrida spælir á vinstra bakki, og soleiðis er líkt til, at skotstyrkin hjá VB verður í lagi, tá farið verður undir hondbóltsveturin.