Litaviski landsliðsvenjarin hevur vitjað FS Vágar

Fótbóltur: Í vikuni verður gjørt av, um fyrrverandi litaviski landsliðsvenjarin Keztutis Latoza skal venja vágaliðið

Leygardagin vandu vágamenn fótbólt. Fyri venjingini stóð Keztutis Latoza, sum fyrr í heyst var í Føroyum. Tá hevði hann ábyrgdina av litaviska landsliðnum. Stutt eftir segði hann upp, og nú bendir nógv á, at hann skal vera venjari hjá FS Vágum.

Latoza kom til Føroya fríggjadagin, og hann fór av aftur landinum í gjár. Endaliga avgerðin um hann skal venja vágaliðið verður tikin seinni í vikuni, men vit skilja, at tað er stórt sannlíki fyri, at samstarv fæst í lag.


Brúktu sendistovuna

Álvur Samuelsen er formaður í FS Vágar. Hann sigur, at tá teir hoyrdu, at litaviski landsliðsvenjarin hevði sagt upp, settu teir seg í sambandi við donsku sendistovuna í Litava. Frá teimum fingu vórðu teir vístir til litaviska fótbóltssambandið, og frá teimum fingu teir telefonnummarið hjá 49 ára gamal venjaranum.

Síðani hava samrøðurnar millum venjaran og umboðini fyri vágaliðið havt við sær, at venjarin kom til Føroya síðsta fríggjadag fyri at hyggja at umstøðunum og fyri at tosa um møguligan sáttmála, og nú er tað upp til nevndina í FS Vágum at taka avgerðina. Tað verður gjørt seinni í vikuni. Fyrrverandi litaviski landsliðsvenjarin er giftur og eigur tvey børn, men um hann kemur til Føroya, so er ætlanin, at hann skal koma einsamallur.

Í ár vandi danin Ole Andreasen FS Vágar, men tað verður ikki hildið fram við tí samstarvinum.


Spælararnir

Tá tað var greitt, at FS Vágar komandi ár skal spæla í bestu deildini, varð sagt, at um liðið skal standa seg í bestu deildini, so verður neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá, og tað varð serliga hugsað um møguleikan, at vágamenn, sum í ár hava spælt í 1. deild, skulu koma vestur aftur at hjálpa til.

Álvur Samuelsen sigur, at tað verður arbeitt við spurninginum at styrkja um liðið, men enn er einki endaliga komið uppá pláss. FS Vágar hevur ikki óavmarkaða fíggjarliga orku, og tað skal nógv til at standa seg í kappingini um spælararnar.

Jóhannes Joensen hevur gjørt sáttmála við HB fyri komandi ár. Hinir vágamenninir, sum hava spælt í 1. deild í ár, eru Petur Ritter, Bjørn Thorsteinsson, sum hava verið í B71, Jens Erik Rasmussen, sum hevur spælt við HB, og Bjarni Prior, sum hevur spælt við B36.