Klaksvík:
Nógv komu kom inn á gólvið, tá Litaval í Klaksvík mánadagin lat dyrnar upp í nýggjum hølum.
Litaval hevur í fleiri ár hildið til í leigaðum hølum frá Klaksvíkar Byggivirki, men hesi høli eru nú seld til landið og skulu nýtast til kontórvirksemi.
Tískil máttu tey í Litaval út at leita eftir onkrum nýggjum, og mánadagin kundu tey bjóða viðskiftafólkunum inn í nýggju hølini, sum tey nú leiga frá JH Møblum.
Ein heildarloysn
Sámal Eyðfinn Akursmørk, sum dagliga rekur Litaval í Klaksvík, sigur, at starvsfólkini í handlinum eru stak væl nøgd við teir nýggju karmarnar.
- Vit eru nú í sama bygnini sum JH Møblar, og hetta ger, at kundin hevur møguleika fyri at fáa eina heildarloysn til húsini inni í sama bygnini, sigur Sámal Eyðfinn.
- Vit selja máling og gólv, og JH Møblar selur búnýti og annað til húsini, so her er alt á einum stað, greiðir hann frá.
Sámal Eyðfinn keypti í 2000 helvtina av Litaval, so at hann í dag stendur sum eigari saman við einum øðrum. Men Sámal Eyðfinn ætlar í nærmastu framtíð at keypa hina helvtina eisini, so at hann nú fer at standa sum einasti eigarin.
Teldusamkifti
Nýggju hølini hjá Litaval eru sera rúmlig og snotulig at koma inn í, og serliga leggur ein merki til vøkru uppstillingina í vindeyganum.
Sámal Eyðfinn greiðir frá, at ein dekoratør í Vágunum hevur skipað fyri framstillingini í vindeyganum. Men tó hevur hon ongantíð sæð sjálvt vindeygað.
- Tað er ein stuttlig søga, tí konan hevur ongantíð vitjað okkum her í Klaksvík, men alt samskifti okkara millum hevur gingið gjøgnum telduna, fortelur hann.
Hendan kona hevur sent uppskot, litir og annað gjøgnum e-mail til Klaksvíkar, og síðani hava tey sent myndir aftur til hennara.
Enn eitt prógv uppá, at møguleikarnir eru nógvir nú í okkara teldutíðum.
Nógv fólk vitjaðu
Nógv fólk vitjaðu Litaval tann fyrsta dagin í teim nýggju hølunum.
Sámal Eyðfinn sigur, at yvir 200 fólk stukku inn á gólvið, og tað var nógv fleiri, enn tey høvdu væntað.
Víðari greiðir hann frá, at tey eisini hava fingið óføra nógva hjápl ymsa staðni frá í samband við sjálva flytingina.
- Vanliga eru vit 4 fólk í handlinum, men upp undir flytingini hava eini 15 fólk hjálpt til ymsastaðni, sigur hann at enda í stuttu samrøðuni.