Ein almenn kanningarnevnd í Litava er komin til ta niðurstøðu, at amerikanska fregnartænastan CIA fekk loyvi til at hava sokallað loynilig fongsul har. Tey loyniligu fongslini brúkti CIA til at fjala fólk, sum vóru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang.
Litavska kanningarnevndin kann ikki prógva, at CIA veruliga fjaldi fangar í landinum, men nevndin staðfestir, at litavska stjórnin gav CIA loyvi til at skipa loynilig fongsul í landinum.
Nevndin bleiv skipað herfyri, eftir at fleiri fjølmiðlar skrivaðu um eini hús, sum sambært fjølmiðlunum blivu umbygd til at hýsa loyniligum fangum.









