90+4 liðugt
1-0. Síðstu løtuna spentu føroyingar álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at skora. Tveir heimamenn vórðu einsamallir við Jákupi Mikkelsen, men teir misnýttu
88 min
Tríggjar føroyskar útskiftingar hava verið: Ingi Højsted fyri Símun Samuelsen 79., Arnbjørn Hansen fyri Boga Løkin 85. og Rógvi Jacobsen fyri Fróða Benjaminsen 87.
Støðan 1-0
Símun Samuelsen gult 77.
71 min
Litavar hava gjørt tvær útskiftingar.
56 min
Leikgongdin tann sama. Í 52. minutti bar føroyskt verjukiks við sær, at Litava fekk fínan møguleika úr stuttari fjarstøðu, men bólturin varð sendur í krovið á Jákupi Mikkelsen.
45 min
Støðan er 1-0. Heimaliðið hevur havt bóltin væl meiri, men trýstið ímóti málinum hevur ikki verið stórt.
37 min
Støðan 1-0. Føroyska liðið tykist leikliga at hava fótað sær, ella eru tað mótstøðumenninir, sum geva teimum betri frið at hava bóltin.
-
20 min
1-0 til Litava. Liðformaðurin og miðvallarin Tomas Danilevicius sneiddi seg framvið Fróða Benjamisen og úr 20 metrum sendi hann eitt vet til vinstru og í handaru síðu av málinum.
-
15 min
Trýstið á føroyska málið hevur ikki verið so stórt, sum tað hevur verið fyrstu løtuna, tá ið Føroyar áður hava spælt í Litava.
Føroyska liðið hevur tríggjar ferðir verið í litaviska brotsteiginum.
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Jónas T. Næs, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen - Christian Høgni Jacobsen, Atli Danielsen, Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Christian Lamhauge Holst.