Litava hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá HM-undankappingina. Leygardagin vunnu teir ein minniligan 3-0 sigur á útivølli í Cluj í Rumenia. Hesaferð hevði Litava vitjan av Eysturríki, sum á heimavølli á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien hevði vunnið ein knúsandi 3-1 sigur á Fraklandi. Litava setti seg tíðliga á dystin, og longu frá dystarbyrjan høvdu eysturríkarar stórar trupuleikar. Støðan í hálvleikinum varð javnleikur 0-0. Men áðrenn eitt korter varð farið av 2. hálvleiki hevði liðskiparin hjá Litava, Tomas Danilevicius skorað tvey mál fyri lið sítt. 2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Málið til 1-0 má eysturríkski málverjin Alexander Manninger taka uppá sín kappa. Talan varð um eitt skot frá 40 metrum, sum Manninger átti at hildið. Eysturríksku fjølmiðlarnir, sum vóru á gosi aftaná 3-1 sigurin ímóti Fraklandi ásanna, at veruleikin aftur hevur innheintað eysturríkska landsliðið. Næsti dysturin hjá Eysturríki verður ímóti Føroyum á Tórsvølli, leygardagin tann 11. oktober kl. 15. Tann dagin spælir Litava í Beograd ímóti Serbia. Mikudagin 15. oktober tekur Litava ímóti Føroyum, tá taka eysturríkarar ímóti Serbia.
Tíðindi