BØRN OG UNG
Í gjárkvøldið varð skipað fyri lítlum hátíðarhaldi á Margarinfabrikkini í Havn, har eitt nýtt álit um ung í Tórshavnar kommunu varð handað Tórshavnar Býráð. Næmingar á tónleikabreytini í Tórshavnar kommunuskúla spældu rokkkendan tónleik, og tríggjar ungar gentur sýndu síni dansikynstur.
Fyri skjótt fýra árum síðani tók býráðið stig til at seta ein arbeiðsbólk at lýsa viðurskiftini hjá børnum og ungum í Tórshavnar kommunu, og í gjár kundu so Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, taka ímóti hesum áliti.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Bogi Andreassen fyri Margarinfabrikkina, Elin Heðinsdóttir Joensen fyri Barnaverndina, Jákup Fjallsbak fyri Føroya Ungdómsráð, Katrin Petersen fyri Trivnaðardeildina hjá Býraðnum og Rigmor Dam, sum hevur verið skrivari.
Uppgávan hjá bólkinum hevur verið at gera niðurstøður og tilmæli, ið kann vera vegleiðandi fyri at fremja eina virkna barna- og ungdómsmentan, sum tað verður sagt, og fyribyrgja mistrivnaði.
Helmingurin svaraði
Sjálvt álitið er grundað á samrøður við fólk og feløg, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til ung fólk í Tórshavnar kommunu. Harafturat eru úrslit frá eini ungdómsráðstevnu á Háskúlanum og ein spurnarkanning um trivnað, nýtslu og tilmæli hjá næmingum í framhaldsdeildini brúkt sum grundarlag undir álitinum.
Hóast álitið er rúgvusmikið og niðurstøðurnar og tilmælini eru nógv í tali, er álitið væl uppsett og skrivað á løttum máli. Ikki minst er vert at geva gætur, at talumálið hjá teimum ungu er tikið við, og orð sum kul, at hanga út og babyrokkarar eru at síggja.
Í fjør sendi Mentamáladeildin hjá Tórshavnar Kommunu teldubrøv til allar næmingar í framhaldsdeildunum í kommuni, har tey kundu svara upp á spurningar, um t.d. hvussu tey brúktu frítíðina, um tey hildu tørv vera á fleiri frítíðartilboðum til tey ungu, og um tey royktu ella nýttu rúsdrekka og onnur rúsevni.
Ein góður helmingur ella 56 % av næmingunum svaraðu spurningunum, tvs. 499 ungfólk í aldrinum 13 til 17 ár.
Niels Madsen, cand. mag. í samfelagsfrøði og heimspeki orðaði spurnarkanningina, og Fróði Jacobsen, stud. scient. soc. gjørdi niðurstøðurnar burtur úr svarunum.
Í løtuni verður eitt líknandi álit fyrireikað av Mentamálaráðnum, sum ætlar at gera eitt álit um, hvussu mentanarpolitikkurin skal skipast, tá talan er um børn og ung.
-- -- --
Stórt trýst á Margarinfabrikkina
Í nýggja álitinum um børn og ung hjá Tórshavnar Kommunu verður staðfest, at sum heild trívast tey ungu í kommununi væl og eru virkin í frítíðini. Ofta ganga tey í tveimum bólkum, nevniliga tey sum ballast nakað illa og ganga nógv í býnum, og hini, sum í álitinum verða kallað trúgvandi og ganga á møti og fara á ungdómslegur.
Arbeiðsbólkurin mælir býráðnum til at seta fleiri ungdómshús á stovn, tí trýstið á Margarinfabrikkina í miðbýnum er stórt, og tørvur er á slíkum støðum í útjaðarunum, tvs. á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði.
Í álitinum verður m.a. staðfest, at tilboðini til tey broyttust, eftir at rúsdrekkalógin varð broytt í 1992. Knappliga sluppu tey ungu ikki longur í sama mun í dans ella inn á kaféir, tí eigararanir eru bangnir fyri at missa skeinkiloyvið, um fólk undir 18 ár eru inni hjá teimum.
Hetta setir nýggj krøv til myndugleikarnar, tí ongin hevur áhuga í, at tey ungu ganga úti um náttina - ella upp aftur verri: koyra úti um náttina!
Eisini verður sagt, at tey ungu vilja skapa, og tí eiga fleiri tilboð at vera í skapandi listagreinum. Hesi tilboð kunnu skipast í ungdómshúsunum, so tey eisini verða mentanardeplar og búningarstøðir.
-- -- --
Í álitinum verður m.a. mælt til:
betri umstøður til tónleikavenjingar
miðvísan ítróttapolitikk
náttarbussar
ungdómsráð eins og eldraráð
baðiland
skoytubana
listaskúla
ungdómsráðgeving
SSP-ráðgeving millum skúla, sosialar myndugleikar og politi
betri alla aðrar hølisumstøður til Margarinfarbrikkin
-- -- --
Hvat dámar tær at ganga í skúla
(8,4 % hava ikki svarað upp á hendan spurning)
Øll Dreingir Gentur
Mær dámar sera væl 6,7 5,8 7,8
Mær dámar væl 30,5 29,1 32
Mær dámar toluliga væl 38,2 38,4 38,1
Mær dámar als ikki 16,2 20,5 11,3










