Í heyst setti løgmaður nevnd at gera álit við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.
Í nevndini vóru Maria á Dul, deildarstjóri innan starvsfólkaviðurskifti, Jóhan J. Lamhague, advokatur og Mirjam Haraldsen, statsaut. revisor.
Álitið verður handað løgmanni týsmorgunin 15. januar klokkan 9 í Eysturstovuni á løgmansskrivstovuni.
- Í samband við handanina fer nevndin at hava framløgu um tilmælið í álitinum, og høvi verður at seta spurningar.
Tað veit løgmansskrivstovan at siga í morgun.