Kommunuálit
Arbeiðsbólkurin mælir til, at nýggju eindirnar verða skipaðar longu 1. januar 2011, og um henda tíðaræltan heldur, verður kommunuval útskrivað til at verða 9. november 2010.
Spurningurin, hvørt tað verða sjey ella níggju kommunalar eindir hongur saman við, hvørt Kvívík og Vestmanna skulu leggjast saman við Vágum ella verða fyri seg – og um Eystur kommuna skal leggjast saman við Skálafjørðinum ella vera fyri seg, sum hon er í dag.
Landsstýriskvinnan í kommunumálum, Annika Olsen, sigur, at hon nú fer at heita á løgmann um at seta ein landsstýrisbólk at arbeiða við hesum máli, og at tað verður ein politisk avgerð, hvørt talan verður um sjey ella níggju eindir.
Javning
Í álitinum mælir arbeiðsbólkurin til, at ein millumkommunal javningarskipan verður sett í verk, har kommunuskatturin verður hækkaður, meðan landsskatturin verður lækkaður samsvarandi. Haraftrat verður mælt til eina afturberingarskipan, har ymisku frádráttirnir verða bornir kommununum aftur.
Sambært hesum báðum skipanunum verða 705 miljónir krónur fluttar út til kommunurnar, og hesin peningur skal geva rúmd fyri, at fólkaskúlin verður fluttur út til kommunurnar at umsita frá 1. januar í 2012 og eldraøkið frá 1. januar í 2013.
Í dag er landsins partur á hesum báðum økjum ávkavist 270 og 340 miljónir krónur, sum gevur 610 miljónir krónur tilsamans.
Umfatandi reformur
Landsstýriskvinnan, Annika Olsen, hevur góðar vónir um, at uppskotið verður framt og fer at eydnast, tó at tíðarætlanin er knøpp.
Hon vísir á, at hetta er ein so umfatandi reformur, at tað allar besta er, um hann verður gjøgnumførdur tvørtur um flokkar, tvørtur um samgongu og andstøðu – og eisini tvørtur um kommunala geiran, sum hon tekur til.
- Eg vóni, at reformurin fer at eydnast innan ásettu tíð, og at kommunali geirin soleiðis verður umskipaður.
Landsstyriskvinnan sigur, at kommunali geirin longu er skeiklaður sum er, og hyggja vit at fíggjarstøðuni hjá okkum, er reformurin avgjørt nakað, sum kann bøta um viðurskiftini hjá okkum og kann gera tingini meira gjøgnumskygd og meira rættvís.