Bólkurin, sum Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, setti til at eftirmeta pensjónirnar hjá løgtingslimum, er um at vera liðugur við sítt arbeiði.
Jógvan Amonsson, formaður í bólkinum, sigur við in.fo, at í hesum døgum verða seinastu rættingarnar gjørdar og so verður álitið handað løgtingsstjóranum og løgtingsformanninum.
Hann vil ikki siga nakað um, hvat stendur í álitinum.
- Tað kunnu tit spyrja løgtingsformannin um, tá hann hevur fingið álitið, sigur Jógvan Amonsson.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann satt at siga hevði væntað at fáa álitið fyrr í vár, men ivast ikki í, at tað fer at koma ein av fyrstu døgunum.
Tá álitið er komið og formansskapurin í løgtinginum hevur havt høvi at lesa tað, skal avgerð takast um, hvat síðani skal henda.
- Væntandi verður tað so klárt at leggja fyri løgtingið í heyst, sigur hann.
Hann sigur, at hann einki hevur fingið at vita frá formanninum í bólkinum, um hvat stendur í álitinum.
- Eg vænti, at tey mæla til, at eftirlønin verður skipað eftir nøkunlunda sama leisti sum tann hjá landsstýrisfólkum og borgarum annars, men sum sagt, formaðurin hevur ikki sagt mær nakað um málið, sigur Páll á Reynatúgvu.