Ferðsluhagtalsarbeiðsbólkurin legði í gjár fram álit um ferðsluhagtøl á Landsverki. Arbeiðsbólkurin mælir til at sett verður á stovn ein felags skráseting av øllum viðurskiftum í samband við ferðslu og serstakliga ferðsluóhapp í Føroyum.
Vinnumálaráðið setti á várið 2006 ein arbeiðsbólk at arbeiða við ferðsluhagtølum. Endamálið var at orða eitt álit um ferðsluhagtøl. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var at finna fram til hvørji ferðsluhagtøl tørvur er á í Føroyum sum ein fyritreyt fyri best møguliga fyribyrgjandi arbeiðið ísv. ferðsluvanlukkur. Eisini skuldi arbeiðsbólkurin koma til eina niðurstøðu um, hvussu hesi hagtøl skulu fáast til vega á skilabesta hátt.
Í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar frá sept. 2007, var eitt av teimum 35 tilmælunum, at fáa til vega og betra dygdina á hagtølum um ferðslu. Ásannandi at tað í føroyskum ferðslutrygdararbeiði leingi hevur verið ein trupulleiki, at ikki nóg góð og neyv hagtøl hava verið at arbeiða við.
Skráseting av ferðsluóhappum í Føroyum er ikki samskipað, og hóast Landsverk, Politiið og Sjúkrahúsverkið hvør í sínum lagið skráseta tað tey kunna, høvdu allir partar haft stóra nyttu av eini felags skipan.
Tí mælir arbeiðsbólkurin til at ein felags skipan verður sett á stovn, har øll hagtøl ísv. ferðslu og ferðsluóhapp verða skrásett. Landsverk skal hava ábyrgd av telduskipanini og dátunum í henni. Politiið skal hava høvuðsábyrgd av at skráseta ferðsluóhappini og Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av at skráseta ferðsluskaðar.
Tú kanst lesa álitið um ferðsluhagtøl á www.landsverk.fo