Álit um føroyskt bátasmíð handað

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur í dag fingið handað álit um, hvussu føroyska bátinum kann verða skapt livilíkindi.

“Vit hava leingi havt tørv á at fáa lýst umstøðurnar hjá føroyskum bátasmíði, og eg eri tí sera fegin um at hava fingið handað hetta álit, ið kemur við uppskotum til, hvussu føroyskum bátasmíði kann verða skapt livilíkindi,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. “Eftirspurningurin eftir føroyska bátinum er nú lítil, og tíðin er komin, at vit eiga at umhugsa, hvussu vit kunnu tryggja, at føroyingar eisini duga at smíða ein føroyskan bát um 100 ár”.

Síðsta heyst var ein nevnd sett at kanna umstøðurnar fyri, hvussu siðbundnum føroyskum bátasmíði kann verða skapt livilíkindi. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var at orða eitt álit við uppskotum um, hvussu siðbundið føroyskt bátasmíð kann verða varðveitt.