Lit- og ljóðfagur sangleikur

   

Gulla Øregaard
???????????????
(Tankar eftir framførsluna 17.mars 2004)

At rósa sangleikinum "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" er ikki lætt, tí orðini røkka so stutt
Andrew Lloyd Webber og Tim Rice eru ikki hvør sum helst, og tað eru Anna Kristin Bæk og Dánjal Hoydal heldur ikki
7 túsund áskoðarar hava sæð leikin í uppseting hjá Føroya Studentaskúla og HF skeiði við góðum kreftum frá Tórshavnar Musikkskúla og við rørslu og dansivenjing hjá dugnaligu Jònu Kristin Thomsen, koreografi.
Minnist løtu fyri umleið 25 árum síðani á gamla Hotel Føroyum, sum var har, sum Tryggingarfelagið Føroyar húsast á Kongabrúnni í dag.
Útlendingar saman við føroyskum mentamonnum løgdu tekningar fram og við blonkum eygum greiddu teir frá komandi álvaheyggi í Sortudíki. Seinri kom navnið "Norðurlanda húsið í Føroyum". Danin Steen Cold var har. Dánjal Pauli Danielsen á Velbastað var har. Býararkitekturin Gunnar Hoydal var har og fleiri við teimum. - Alt var í síni byrjan.
Àrini eru farin og mangar ríkar løtur hava verið í álvaheyggi.
Løtan í kvøld í stórasali var av teimum heilt stóru. Ungdómar og børn løgdu okkum áskoðarar fyri sínar føtur, og vit sameindust í vakra sanginum, dansinum og brúsandi tónleikinum.
Upplivingin í stóra salinum var av slíkum slagi, at tað gerandisliga hvarv, og tónleikurin tók teg við á ferð við øllum sansum opnum og viljaleysur var tú tikin í annan heim. Stórbara tøkniliga útstýrið í húsinum var avbjóðað til fulnar.
Dugnaligu ljóð- og ljósfólkini kappaðust við livandi sangarar, dansarar og tónleikarar til eitt ótrúliga litfagurt heildarbílæt í framúr góðari pallmynd hjá Jòannesi Gaard.
Tankarnir sveima og mynd av norska arkitekturin Ola Steen og svianum Miklos Olevetsky ljóð- og ljósverkfrøðingurin, sum gjørdu henda listaskálan, kemur fram fyri meg. -Kundi unt teimum løtuna í kvøld at sæð hvussu húsið livur dreymin víðari.
Hvussu ber tað til, at vanligir ungdómar kunnu gera hetta kvantulopið leiklistarliga? Kann tað hugsast at tað er ein serligur máttur í samanrenningi av tøkni, rúmi og skapandi kreftum?
Anna Kristin Bæk, Dánjal Hoydal, Hans Olivur Joensen, Sigrid Sivertsen, Atli Petersen, Eirikur Skála, Jákup Veyhe, Zacharias Sørensen og alt framleiðsluliðið hava við hesi uppseting prógvað, at tað ber til at gera stórar og glæsiligar uppsetingar,sum eru á hædd við tað, sum vit síggja í stórbýum runt um í heiminum.
Børnini og ungdómurin sum í kórsangi, dansi og spæli saman við leikaraprestatiónum í topp hjá Reistrup, Thorsteinsson og Co. fluttu mørk vóru veruliga til staðar. - Hugsa sær, um ein tími í enskum ella støddfrøði kundi fingið hesa orku fram.
Sangtalentini Jóannes Lamhauge, Ann Chanett Danielsen, Erla Bech Jensen og fleiri við teimum bóru okkum gjøgnum løtuna, har tú varnaðist eina spæligleði hjá øllum - Gleðin tók okkum áskoðarar og fekk stóra pallin at virka enn størri. Enn kom hugsanin. Tað kann ikki ganga heilt galið í Føroyum, tá ið ungdómurin er so gávaður, og sum øllum kunnugt, eigur hann framtíðina.
Tillukku øll somul sum ríkaðu mentunarlívið í Føroyum.