Flokkurin hevur neyvan nakað at missa, men helst nógv at vinna við at halda »moralin« í hásæti, tí hetta er jú nakað, vit hava saknað áður. Øll hava ásannað, at í Føroyum lat alt seg gera, og ongar misgerðir - ella vantandi gerðir - fingu avleiðingar. Men sjálvandi kunnu spurnartekin setast við hetta einstaka málið, sum eisini er gjørt á hesum stað seinastu dagarnar, tí ivamál er um okkurt av punktunum í niðurstøðuni hjá løgtingsgrannskoðarunum.
So er spurningurin um álitið á landsstýrið. Høgni Hoydal sigur jú, at kanningin verður gjørd fyri, at vit borgarar eisini skulu hava álit á landsstýrinum!
Landsstýrið hevur ikki sitið í tvey ár enn, men nógv spurnartekin kunnu setast við arbeiði og mannagongdir hjá landsstýrinum.
Vit kunnu taka okkurt hissini mál úr rúgvuni. T. d. ta niðrandi mannagongdina, tá Henning Jacobsen varð kroystur úr starvi uttan nakra veruliga grundgeving. Hetta málið skapti ikki álit á landsstýrið, men hví er eingin verulig kanning gjørd? Tann kanningin, sum miðfyrisitingin gjørdi, var jú bara eitt eiti?
Eitt heitt mál fyri tveimum mánaðum síðani var mannagongdin í samband við sparingar og uppsagnir á landsjúkrahúsinum. Tá var sjúkrahússtjórin koyrdur, tí hann boðaði frá, at hann setti sparingar í verk, sum vóru neyðugar fyri at kunna halda fíggjarætlanina. Hann upplýsti aftaná, at aðalstjórin var kunnaður um ætlanirnar, og at hann hevði fingið vissu fyri, at landsstýriskvinnan var kunnað. Men hann var offraður, tá landsstýriskvinnan fekk kaldar føtur. Hví verður tað ikki kannað, um sjúkrahússtjórin handlaði í góðari trúgv - tí hann trúði, at landsstýriskvinnan var vitandi um ætlanirnar.
Í seinastuni er ivi sáddur, um landsstýrismaður hevur hjálpt fyritøku at selja tey skip við at lata teimum eina størri kvotu, so tey vóru betri søluvøra. Fólk innan fiskivinnan ivast ikki í, at »lusk« er farið fram. Hevur føroyski almenningurin ikki krav um at fáa at vita, um landsstýrismaðurin hevur havt ein fingur við í spælinum.
Útmerkað at fáa mál og embætisførslur kannað. Men um almenningurin skal fáa álit á sitandi landsstýri, skulu fleiri mál kannast!










