Álit og Jóannes Eidesgaard

Fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard, hevur síðan CHE slitnaði borðreitt við somu endurtøkuni rungaði, meðan og eftir at Javnaðarflokkurin hevði landsfund í Klaksvík

Dropin og glasið

Hann hevur trúliga og áhaldandi sagt øllum føroyingum og umheiminum, at hann misti álitið á formanni Tjóðveldis. Við einum meira ella minni skemtiligum máli um eina skrivstovu, nýtti Jóannes Eidesgaard tiltikna “dropan”, sum fekk bikarið at flóta yvir.

Eftirsum hann vil gera Høgna Hoydal til skurk, og ein óálítandi mann, haldi eg at tað vildi verið hóskiligt at greitt frá, hvat tað er sum annars hevur fylt “álitisglasið” hjá Eidesgaard....hvat var tað sum í samstarvinum millum Hoydal og Eidesgaard máaði støði undan tí “áliti”, sum hevur verið undanførslan hjá formanninum í Føroya Javnaðarflokki...?

 

Eljustríð í Javnaðarflokkinum

Øll vita, at tað var eitt eljustríð í Javnaðarflokkinum – tí hvørki tingmanning ella bakland hevði rygg til at seta í verk tað, sum stóð í CHE skjalinum, sjálvt um tað sambært teimum sjálvum var á tremur við javnaðarpolitikki.....

Krøvini til CHE samgonguna vóru ikki smá, á fyrsta sinnið var minnilutasamgonga roynd, og tað krevur politiskt hegni og handverk, og har gekk Javnaðarflokkurin eisini í ov smáum skóm; oddvitanir í Javnaðarflokkinum høvdu nokk við at avsanna tíðindaskriv, sum komu frá einum tingbólki í upploysn, og stútt og støðugt var órógv og atfinningar frá javnaðarstuðlum.

 

Góð ráð dýr

Topparnir í Javnaðarflokkinum vóru í dýrastu neyð, Eidesgaard royndi at halda upp á sínar egnu, men so gleppur – og í staðin at fara til sínar samstarvsflokkar og leggja kortini á borðið, so leggja tey í Javnaðarflokkinum ráð saman um at royna ABC og turka grundgevingina av upp á CHE samgonguna – og serliga formannin í Tjóðveldinum.

Er nakað álitisbrot, er nakað mannminkandi og skitligt arbeiðslag, so er tað framferðarhátturin hjá Føroya Javnaðarflokki fyri at sleppa burtur úr CHE samstarvinum.

 

Vinstrarákið.....

Gjøgnumgangandi á landsfundinum hjá Føroya Javnaðaðarflokki vóru skuldsetingarnar og runublaking móti Tjóðveldinum, og so tosaðu tey um eina alheims “vinstrasnaring” og setti so teirra egna flokk í tann samanhangin, hetta verður gjørt púra ósmæðið, eftir at Javnaðarflokkurin kolldømdi eina vinstrasamgongu, har veruliga grundgevingin var, at flokkurin ikki hevði politiskan rygg, og enntá valdi at gera sínar samstarvsfelagar til syndabukk.

Javnaðarflokkurin valdi ikki bara at slíta CHE, men at kasta saman aftur í eina ABC-samgongu, sum við ódámligum høgrapolitikki undanfarnu 4 árini hevur tømt kassarnar, latið skattalættar til tey vælbjargaðu, yvirhitað búskapin, ætlaði at avreiða øll fiskirættindi endaliga - og enntá gjørt serligar skattafrádráttir fyri partabrævaspekulasjón.

Skil tað, hvørið skilja vil.