Vestmanna hin 26. Apríl 2006
Háttvirdi løgtingslimur, Marjus Dam, nú kommunulækni upp á hálva tíð, gremur seg í fjølmiðlunum um, at hann ongantíð sleppur fram at mikrofonini, tá árliga flaggdagsrøðan verður hildin, tímur ikki at "standa modell" og so framvegis.
Kann ikki halda mær, men koma við eini lítlari viðmerking til hansara dupultmoralska hugburð.
Sigast má, at hatta var eitt satt egotripp, tí Merkið grætur als ikki og langt frá ti. Heldur er tað Marius sjálvur sum fellir tár - helst krokudillutár.
Sig mær, er nakar munur á at skræða grundlógaruppskotið og so at skræða tjóðareyðkenni okkara? Ella fyri tann skuld, ikki at góðtaka tjóðareykenni okkara? Eftir mínum tykki er í øllum føri talan um persónliga at hava vannvirðing fyri rættarsamfelag okkara og harvið tjóð okkara sum so.
Tjóðareyðkenni okkara, Merkið, fekk sum kunnugt sín uppruna sum okkara elskaða og sermerkta felags stavnhaldsmerki, bæði mentunarliga og tjóskaparliga, og hevur staðið sum so í mansminnir. Hetta er so sanniliga ikki sambandsmonnum at takka, og slettis ikki Marjusi. Tá ið á stóð á sinni, vildu sambandsmenn als ikki hoyra talan um, tíans heldur góðtaka, at Dannebrog var útskift við Merkið.
Hin afturhaldssinnaði hexadoktarin lærdi seg at spinna gull á minst tveimum rokkum samstundis, úr politiskum og heilsufrøðisligum framleiðslutilfari, so minst tvær flugur fingust við eitt smekk.
Alíkavæl vildi hann ikki akta landsins lógir, fyrr enn átala var givin honum í 12. tíma, geva seg og spæla av við partar av feitu lønarkekkunumin, tí fíggjarligi missurin var ov stórur og neyðin óiva var vís, so privatkapitalurin harvið ikki vaks eftir ynski hansara. Stór skomm!
Men nú styttir hann sær stundir og dittar sær allment at koma fram við sovorðnum møsni. Grundin er helst tann, at frítíðin gevur pláss fyri slíkum, at kommunalu læknareseptir hansara, nú eru hálveraðar í tali so skriviarbeiði gerst lættari. Men hervið er ein ávísur umbiðin "stikkpillari" givin.
Jú listinlærdur er hann,- "Beikermarjus".