Listin verður dagførdur

Í kjalarvørrinum á málinum um spæliloyvini hjá KÍ og B36, er komið fram, at talan á ongan hátt hevur verið um fullfíggjað spælarayvirlit, sum FSF hevur latið feløgunum til góðkenningar í januar mánaði.
Millum annað ljóðar, at spælarar, sum fyri fleiri árum síðani hava skift felag, framvegis standa skrásettir hjá gamla felagnum, men sambært FSF-skrivstovuni merkir hetta ikki, at spælararnir hava spælt ólógliga síðani flytingina.
- Vit hava havt nakrar trupulleikar við konverteringum av data, tá vit hava flutt millum skipanir. Tað er orsøkin til, at fleiri villur eru í hesum listunum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.
- Men tað merkir so ikki, at spæliloyvini ikki eru flutt. Tað er sjálvt loyvisbrævið, sum er tað avgerandi, og tí er avgerandi hjá feløgunum, at tey hava hesi í lagi.
Aðalskrivarin sigur annars, at tey eru í ferð við at rudda upp í listunum, og júst tað var orsøkin til, at tey fleiri ferðir hava heitt á feløgini um at ganga spælaralistarnar ígjøgnum.
- Nú fara vit so enn einaferð at rykkja feløgunum eftir hesum. Vit senda teimum listan yvir spælaraskrásetingar, sum vit hava, og so fáa feløgini eina ávísa freist at svara hesum. Ætlandi verða endaligu listarnir síðani lagdir á heimasíðu okkara, og tað kann vónandi gera, at somu trupulleikar og ivamál ikki fara at stinga seg upp í framtíðini, sigur aðalskrivarin.
Og so kundu vit hóskandi skoytt afturat, at tað er helst lítil ivi um, at feløgini hesaferð fara at akta FSF í boðunum um at gjøgnumganga listan!