Tá nýggir bygningar og stovnar hereftir verða bygdir hjá Tórshavnar kommunu skal listin við í ætlanina.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt, at øll bygging av skúlum, dagstovnum, røktarheimum og almennum bygningum, skal gerast soleiðis at myndlistin verður partur av ætlanini.
Ætlanin miðar eftir, at í minsta lagi 1,5 % av byggikostnaðinum skal fara til listarligt prýði. Er neyðugt, kann játtanin gerast størri.
Millum bygningarnir, sum hereftir verða fevndir av ætlanini, eru nýggju skúlarnir á Argjum og tann í Hoyvík.