Meyla og Knøttur og seinri Jens Marni hava undirhildið børnum fleiri ferðir. Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen gjørdu lagið Lort í býin. Lort í býin bleiv til stór barnatiltøk í Norðurlandahúsinum, sum umhvørvisnevndin stuðlaði peningaliga.
Vinningar í umhvørvisvikunum hava m. a. verið leirlistalutir frá Guðrið Poulsen. Brennistøðin keypti listaverk eftir Guðrið Poulsen. Listaverkið er gjørt burturúr lutum funnir á tyrvingarplássinum í Sortudýkið.
Tónleikarar hava spælt til ymisk umhvørvistiltøk. Mentanin hevur eisini fingið part av árliga umhvørvisstuðlinum. Stuðul er m. a. latin til eina barnabók um umhvørvi og undirvísing í “Re design” á Margarinfabrikkini. Eisini hava vit, saman við øðrum, latið gera undirvísingartilfarið “Rusk í skúlanum”. Tekningarnar til tilfarið hevur Bárður Oskarson teknað. Hansara tekningar vórðu eisini brúktar til plakatir, portkort og t-skjúrtur í umhvørvisvikuni 2007.
Í umhvørvisvikuni 2008 vóru somuleiðis fleiri listarlig innsløg: Býarbókasavnið skipaði fyri teknikapping fyri børn. Margarinfabrikkin skipaði fyri fleiri skapandi tilboðum til børn og ung. Miðlabreytin fekk stuðul at framleiða film við umhvørvisinnihaldi. Og tónleikarar spældu til fyrilestrarnar, sum skipað varð fyri.
Í løtuni hevur Jórun Dánjalsdóttir framsýning í Snarskivuni, framsýningin er til 3. november. Jórun hevur fingið íblástur frá m. a. umhvørvispolitikkinum seinastu tíðina.
Við at brúka listafólk á umhvørvisøkinum gera vit boðskapin greiðari og áhugaverdari fyri øll.
Fái eg møguleikan aftur at leiða umhvørvispolitikkin, vil eg halda fram og menna umhvørvisøkið saman við m. ø. okkara listafólkum. Endamálið er ein burðardygg kommuna fyri øll. Vilt tú verða við at menna eina burðardygga kommunu, har listin er týdningarmikil, so vel lista C .