Sonja, drotning av Noregi, er fødd 4. juli í 1937. Gentunavn hennara er Haraldsen. Hon og Harald, kongur, møttust fyrstu ferð í 1959, men tað var ikki fyrr enn í 1967, at táverandi krúnprinsurin, Harald, fekk loyvi frá pápa sínum, Ólavi, kongi, at gifta seg við Sonju, ið ikki var aðal.
29. august, 1968, vórðu tey gift í dómkirkjuni í Oslo. Sonja, drotning, er cand. mag. í fronskum, enskum og listasøgu. Hon hevur eisini eina yrkisútbúgving í kjóla- og draktseyming.
Les eisini Søgan situr í veggunum
Tá Ólav, kongur, doyði 17. januar, 1991, gjørdust Harald kongur og Sonja drotning. Hetta var fyrstu ferð í 53 ár, at Noreg hevði eina drotning.
Líka frá ungdómsárum hevur Sonja, drotning, verið áhuga í list, serliga í nútímans list og grafikki, og eigur hon eina stóra privata listasamling.
Í 2013 sýndi drotningin fyri fyrstu ferð síni egnu listaverk framm. Tað var í eini framsýning saman við norsku listamonnunum Ørnulf Opdahl og Kjell Nupen. Og tað er eftir øllum at døma Kjell Nupen at takka, at drotningin í hesum døgum vitjar í Føroyum.
Kjell Nupen var, saman við Ørnulf Opdahl, lærumeistari hjá drotningini framm til deyða sín í mars 2014. Í 2005 hevði Kjell Nupen eina listaframsýning á Listasavni Føroya. Tað var hann, sum fyrst bjóðaði norsku drotningini at koma við sær til Føroya. Kjell Nupen doyði eftir stutta sjúkralegu í mars í ár, men drotningin gjørdi av, at vitjað Føroyar allíkavæl, uttan lærumeistara sín.
Les eisini Tá drotningin hitti bóndan
Í dag hevur hon vitjað á Listasavni Føroya og komandi dagarnar fer hon, umframt at njóta náttúruna, at vitja ymisk føroysk listafólk.