Listin leiðir børnini

Listaleypurin er heitið á 3 ára verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar skipa fyri, so skúlanæmingar fáa høvi at møta listina. Norðurlandahúsið ætlar, í samstarvi við Mentamálaráðið og kommunurnar, at skipa fyri einum tiltaki fyri at geva fólkaskúlanæmingum høvi til at uppliva yrkislist, bæði tónleik, sjónleik, myndlist og virtuella list.

Fyrimyndin er eitt átak í Noregi, ið ber heitið ?Den kulturelle skolesekken?. Tiltakið hevur fleiri ár á baki, og røkkur í dag um alt landið við fleiri hundrað framsýningum árliga.

Í Føroyum er avtalað at byrja við eini trý ára royndarætlan, har stuðul verður latin til tíggju listaverk hvørt árið. Ein nevnd, ið verður mannað við yrkiskønum, velur listaverkini. Bóklingur, ið lýsir listaverkini, verður sendur skúlunum, har lærarar og næmingar í felag kunnu bíleggja listaverk.

Dentur verður lagdur á at náa ymsar aldursbólkar og spjaða sýningarnar um alt landið.

Fyriskipararnir vóna, at royndarætlanin, sum sjálvsagt er avmarkað í mun til tal av skúlum og listaverkum, skal mennast til eitt átak, sum í framtíðini fer at fata um alt landið, eins og gongdin hevur verið í Noregi.