LISTASKÚLI
Hevur tú serligan áhuga og hegni til list, hevur føroyski fólkaskúlin ikki nógv at bjóða tær. Tað heldur Arngerð Joensen, sum hevur listaskúla í Hoyvík. Av sínum eintingum hevur hon skipað fyri skeiði í tekning, máling og leirgerð fyri børnum og øðrum málbólkum. Í komandi mánaði verða tvey skeið á skránni. Eitt fyri børn í aldursbólkinum 10-14 ár, har til ber at læra meiri um tekning, máling og leirgerð. Hitt skeiðið er ætlað ungum, sum hava eitthvørt brek.
- Fólkaskúlin hevur alt ov lítið at bjóða næmingum av kreativum lærugreinum og raðfestir sum heild list alt ov lágt. Lítið og einki tilfar er til taks og hølini, sum eru, eru als ikki egnað at hava undirvísing í umframt at tey eru alt ov fá í tali. Tað vísir seg ógvuliga ofta, at børn, sum altíð hava dámað væl at tekna og mála, stegða við hesum tá ið tey gerast umleið 12 ár, millum annað tí at onnur áhugamál og aðrar lærugreinir troðka seg framat. Tað er rættiliga harmiligt, tí júst tá eru tey í stórari menning til at kunna halda fram við listini. Nógv skúlabørn sakna veruliga at sleppa at verða meiri kreativ, eins og eg gjørdi í síni tíð í fólkaskúlanum. Hetta er veruliga spell, sigur Arngerð Joensen, sum er útbúgvin fólkaskúlalærari umframt at hon hevur tikið ørgrynnu av skeiðum um ymiskt innan list.
Tey, ið tekna seg til skeiðið í Hoyvíkar Listaskúla, kunnu vænta sær ein breiða og neyva undirvísing í tekning, máling og leirgerð.
- Eg gevi teimum formfatan, læri tey at leggja ljós og skugga, tekna menniska, og ymiskt annað. Tey, ið heldur vilja mála, læri eg at blanda litir saman, komposisjón, ljós og skugga, perspektiv og ymsar máliteknikkir. Onnur vilja heldur arbeiða við leir og har eru nógvir mátar at arbeiða uppá, sigur Arngerð.
Arngerð tekur støði í hvørjum barni sær soleiðs at ein og hvør fær júst ta undirvísing, ein hevur tørv á og áhuga fyri. Skeiðini, sum verða á Eysturskúlanum, verða í tvær vikur í september eftir skúlatíð.
Hoyvíkar Listaskúli hevur fingið stuðul frá Mentamálastýrinum til skeiðini, sum eru á skránni í september. Stendur tað til Arngerð Joensen skipar skúlin fyri skeiðum av og á. Nøkur pláss eru eftir til skeiðið, sum verður í døgunum 3. sept. til 15. sept. Hitt skeiðið er fullteknað.