Hóast hundraðtals kømur, fleiri dekk og nógvar gangir og uppihaldsrúm, tvs. fleiri kilometrar av veggjaplássi umborð á tí siglandi labyritini Norrønu, so hevur nevndin í Smyril Line kortini raðfest umhvørvið umborð so høgt, at hon setti føroyskan listamann at ráðgeva sær, nú ymsu hølini skuldu innrættast og dekorerast við eitt nú veggjaprýði. Ta uppgávuna fekk Bárður Jákupsson, sum hevur verið umborð á Norrønu hesar seinastu fjúrtan dagarnar. Her hevur hann saman við Anniku Andreassen á Smyril Line sett dám á veggirnar umborð á skipinum. Bárður heldur sjálvur, at endaliga úrslitið, tá avmarkaða tíðin er tikin við, er gott. Tað skal geva eina heildarmynd yvir farleiðina hjá skipinum og her serstakliga Føroyar, Ísland og Hetland. Tað fevnir so eisini um Danmark og Noreg. Listafólkini fingu tó bert ein mánað til at gera síni arbeiði. Báður Jákupsson er tó nøgdur við úrslitið.
Tilsamans átta føroysk listafólk, trý úr Hetlandi og tveir íslendingar hava verið við til at dekorað Norrønu innan. Her er talan um uppihaldsrúm so sum matar- og útskongarstøðini umframt 400 kømur. Á flestu av kømurunum eru litografiir, sum eru gjørd á grafiska verkstaðnum við Listaskálan. Trý føroysk listafólk, ein íslendingur og ein hetlendingur hava gjørt litografiini. Føroysku listafólkini eru Olivur við Neyst, Jóna Rasmussen og Zachariassen. Síðani hava Roy Asgerdson og Lesley Bird gjørt litografiir eisini. Hini føroysku listafólkini, sum hava verið við til at prýða veggirnar umborð eru Astrid Andreassen, Anker Eli Petersen, Bárður Jákupsson, Guðrið Poulsen og Hansina Iversen.
Inni á øllum teimum innaru kømurunum, sum ikki hava nakað vindeygað, eru fotomyndir úr øllum fimm londunum, sum Norrøna siglur uppá. Hetta er gjørt í samstarvi við m.a. teknistovuna hjá Ingvør Nolsøe. Aftrat hesum eru veggirnir á teimum ymsu dekkunum prýddir við fotostatum, sum skulu lýsa tey fimm londini. Eitt dekk er Føroyar, eitt Ísland, eitt Hetland, eitt Danmark og eitt Noreg.
Ætlanin er á einum av dekkunum so eisini við fotostatum at lýsa dýralívið við fiski, hvali og fugli í tí økinum Norrøna siglir.
Brúkt er umleið ein mill. kr. til dekoreringina av Norrønu.
Samanumtikið er ætlanin við listini umborð á Norrønu at geva ferðafólki eina fatan av, hvat hetta eru fyri lond og fólk, sum skipið siglir til.
Bárður Jákupsson dámar annars skipið sera væl. Eydnast hetta projektið, so fer tað at fáa stóran týdning at knýta londini í Norðuratlantshavi saman. Hann heldur tað eigur at fáa ómetaliga stóran týdning fyri Ísland serliga, nú tað leggur seg so nógv eftir at fáa útlendsk ferðafólk til landið. Sær tú ein útlendskan bil í Íslandi, so veit man, at hann er komin við Norrønu. Vit eiga kanska heldur ikki at undirmeta týdningin av at sigla uppá Noreg.
- Er ein marknaður fyri hesum skipinum, so er tað flott, at vit føroyingar hava verið fyrstir og sagt, at hetta fara vit eftir. Tað kunnu vit bara vera stoltir av.