Listin gevur fólki nógv

Jenny C. Petersen er nýsettur stjóri á Tjóðpalli Føroya. Men tað var mestsum av tilvild, at hon endaði innan sjónleikaraheimin

Tað eru eitt ótal av sjónleikum, har Jenny C. Petersen hevur havt ein stóran fingur við í spælinum, sjálvt um hon ikki er at síggja á pallinum. Seinastu mongu árini hevur hon starvast innan sjónleikaheimin. Bæði av áhuga, og seinastu knøppu fimm árini, hevur hon havt fast starv niðri í Grímu sum fyrisitingarligur leiðari.
? At vera fyrisitingarligur leiðari merkir, at eg havi gjørt alt frá skrivstovuarbeiði og bókhaldi til at finna fram útgerð til leikir, selja leikir. Eg havi gjørt so at siga alt leikhúsarbeiði, sigur Jenny. Hon brúkar norska hug-takið "poteten", sum ein kann brúka til alt.
? Ja, eg havi verið eitt slag av »altmulig« kvinnu.
Ljóskastarin á leikin
Jenny hevur eisini staðið á palli til onkra ólavsøkukabarett og til barnaleikir, men tað mesta av tíðini hevur hon brúkt handan leiktjøldini. Spurd um tað er við vilja, at hon hevur verið so ósjónlig, svarar hon:
? Eg haldi, at tað er meira týdningarmikið at ljóskastarin verður settur á verkið. Sjálvandi verði eg freistað viðhvørt at stilla meg á pallin, men tað eru allar freistingar, sum ein kann útføra. Eg vil heldur skapa umstøður fyri hinum, so tey kunnu gera ein góðan leik.
Og stuttligt er tað eisini. Serliga tá nakað eydnast væl. Tað gevur nóg mikið, heldur Jenny. Til eina frumframførslu er altíð okkurt serligt.
? Tað er spennandi at síggja reaktiónirnar hjá áskoðarunum. Tú skalt trúgva uppá tað, og so situr tú og bíðar eftir reaktiónunum, sum onkuntíð als ikki koma, og sum onkuntíð koma. Ella koma tær onkustaðni, har tú als ikki hevði væntað tað.
Jenny leggur afturat, at hon hevur tað júst sum sjónleikararnir, sum skulu á pallin, sjálvt um hon sjálv ikki skal framføra.
? Eg havi spælt leikir sjálv, og sjálvt um eg ikki eri við, so pumpar adrenalinið júst á sama hátt, sum tá.
Áhugi
Áhugin fyri sjónleiki heldur Jenny vera nakað, ið hon hevur havt alt lívið. Fleiri í familjuni hava spælt sjónleik, og serliga omman var virkin innan hetta yrkið. Hon minnist eisini, at omman plagdi at taka hana og systrina við sum smágentur at hyggja eftir sjónleiki, so tað hevur altíð verið ein partur av gerandisdegnum hjá Jenny.
? Eg byrjaði sum teskari hjá einum áhugafelag, so síðani hevur tað bara ment seg.
Í 1986 vóru nøkur lista- og ítróttarfólk í Noregi í Føroyum á vitjan. Árið eftir fekk hon bjóðað starv í Noregi, sum hon valdi at taka av fyribils í eitt ár. Tá fór hon so frá sínum skrivstovuarbeiði hjá Carl Vilhelm Weihe.
? Ætlanin var bara at vera har í eitt ár, men tað endaði so við, at eg var har í 14.
Nú Jenny sær í bakspeglið, so heldur hon, at tað kanska bara hevur verið av tilvild, at hon er endað í hesum yrkinum í dag. Men hon undirstrikar, at tað er sanniliga eisini av áhuga.
? Tú sært úrslit av tí, tú gert. Tú fortelur søgur og ert felags um verkini við arbeiðsfelagarnar. Eg sigi ikki, at eg onkuntíð ikki havi ynskt meg aftur til eitt skrivstovuarbeiði, har ein hevur kunnað sløkt telduna klokkan 16 og farið heim, men eg trívist her. Tað er eitt ógvuliga lívsjáttandi yrki.
Fótbólts-Jenny
Tá Jenny verður spurd um, hvussu væl hon dugir at halda frí, sigur hon, at hon sjálv heldur, at hon dugir heilt væl. Meðan tey í nærumhvørvinum halda kanska ikki, at hon dugir so væl.
? Men um ein fótbóltsdystur er í sjónvarpinum, so er alt um sjónleik gloymt. So siti eg og rópi og skráli við heima í stovuni. Og tað er allur fótbóltur. Bæði føroyskur og útlendskur.
Fótbóltsáhugin kemur heilt frá barnsbeini av. Pápi Jenny, Kári, spældi við í hornorkestrinum fyrr, og tá plagdi hon at fara við, tá hann skuldi spæla til dystir.
? Kanska tað vóru hyljarnir rundan um vøllin, sum eg var meira áhugað í, tá eg var yngri, men so hvørt sum eg vaks og sá uppum girðingina, so vaks áhugin eisini.
Hon greiðir frá, at hon er uppvaksin í einum grannalagi, har øll halda við B36, men sjálv er Jenny heilhjartaður HB´ari. Og so hevur hon eisini viðhaldslið í stóru fótbóltstjóðunum, Ong-landi, Spania og Italia. Týskum fótbólti hyggur hon ikki so nógv eftir longur, og í Danmark er heldur hon við teimum gulu og bláu, Brøndby.
? Til HM og EM plaga vit altíð at vera í Noregi á eini lítlari oyggj, so tá síggi eg ikki so nógv. Men eg hyggi eftir øllum, eg kann, so tá vit sigla ímillum oynna og fastlandið, havi eg fast pláss uppi í stýrhúsinum, har eg hyggi eftir fótbólti, flennir Jenny.
Felags ábyrgd
At listin er týdningarmikil fyri Jenny, ber ikki til at fjala.
? Tá tað kemur til list, so verður hugsað nógv í hagtølum, men list kann ikki metast í hagtølum. Tú kanst hyggja, hvussu nógv atgongumerki eru seld, og seta tað upp í hagtøl, men tú kanst ikki siga, hvørja listarliga uppliving fólkið fær, ella hvussu tað listarliga avrikið var, greiðir Jenny frá, og leggur afturat:
? Allir leikir eru ikki ein áskoðara-succes. Men fyri tað um tað ikki er ein áskoðara-succes, so kunnu teir væl vera ein listarlig succes. Tí ein sær, hvussu alt hevur ment seg ígjøg-num leikin.
Við nýggja starvinum fær Jenny eisini høvi til at føra nakað út í lívi, sum hon brennir fyri.
? Tað er ein felags ábyrgd hjá politikarum og øðrum at stuðla góðari list. Góð list gevur nógv aftur til eitt samfelag. Tað sæst kanska ikki aftur, eins og nakrir stertar, ið verða blakaðir á land, men eitt fólk, ið upplivir nógv ígjøgnum gerandisdagin virkar betri, heldur Jenny.
Treisk og jalig
Jenny trýr upp á menniskju, og tað sæst eisini aftur í hugburðinum, hon hevur til arbeiðsfelagar og fólk, sum heild. Hon er optimistisk, og at síggja til altíð smílandi og í góðum lag.
? Um tú hevur ein negativan hugburð, so er tað ringt at sann-føra hini um, at tað tú heldur, er rætt. Um tú hinvegin er optimistiskur og trýr upp á tað sjálv, so er tað nógv lættari, sigur Jenny.
Hon lýsir seg sjálva sum treiska, men tó sum ein jaligan persón, sum verður lætt sáraður.
? Eg verði lætt sárað, men eg komi eisini skjótt yvir tað. Eg hugsi um, hví tað varð sagt, sum varð sagt, og hugsi um, hvaðani kritikkurin, eg havi fingið er komin frá.
Tolni er eisini nakað, ið eyðkennir Jenny. Sjálv sigur hon, at hon til tíðir kann vera í so tolin, men tað skal nógv til at øsa hana. Men tað, ið øsir hana mest, er órættvísi og óndsinnaður slat-ur, sum ikki átti at havt nakran gróðrarbotn.
? Sjálvt um eg eri løtt at sára, so eri eg hinvegin eisini løtt at gleða. Eitt klemm til dømis. Og so sjálvandi tá ting eydnast. Ikki bara hjá mær, men eisini hjá øðrum.
Jenny heldur, at tað eru so nógv ting í gerandisdegnum, sum vit áttu at gleðst um. Lítil ting, sum ikki áttu at verið tikin fyri givið.
Nýggja starvið
Um eina góða viku tekur Jenny so við starvinum sum stjóri fyri Tjóðpall Føroya. Hon fer framvegis at hava sætið niðri í Grímu, har hon kemur at húsast.
? Tað fer bæði at vera stuttligt og spennandi, og eg fari at fáa nógvar stórar avbjóðingar. Eg haldi, at eg kann føra Tjóðpallin víðari við at fara í ein dialog við myndugleikar, privatar og almennar stovnar. Vit kunnu í felag gera góð leikverk.
Jenny gleðir seg at skula í gongd, men ásannar, at enn er málið ikki heilt rokkið við Tjóðpalli Føroya. Men hon fer til verka við góðum treysti og dirvi at taka allar avbjóðingarnar upp.
?????????
Blá bók
Navn: Jenny Christina Petersen
Fødd: 15.09.1961
Bústaður: Velbastaður
Útbúgving: Lívsins skúli
Ein minnilig hending: Beint nú er tað mánadagurin 17. januar, tí tá fekk eg at vita, at eg fekk tað starvið, eg skal í nú. Og eg slapp ikki at siga tað fyri nøkrum - tað var ræðuligt!
Nakað tú ikki visti um Jenny: Jenny elskar fótbólt. Hon hyggur bæði eftir føroyskum, donskum, norskum, sponskum, italienskum og enskum fótbólti.
??????

Fimm ferðir ?

Hvør skuldi verið tú, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
? Ein norsk sjónleikarinda, sum eitur Grete Norderå, tí hon e rein fantastiska góður leikari. Hon kennir meg heldur ikki, so hon kundi hildið eina passaliga frástøðu frá mær, so eg kundi sjálv eygleitt leikin.

Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at goldið fyri?
? Tað er so nógv! (lang tøgn...) Eg hevði ongantíð kunnað funnið upp á at mutra nakran.

Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
? At øll fingu ta hjálp, sum teimum tørvar.

Hevði tú kunnað funnið uppá, at etið menniskjakjøt?
? Tey siga tað smakkar søtt. Nei, men hvat neyðin kann fáa ein til, skal eg ikki svara upp á í dag.

Enda setningin »ein góður sjónleikur er...«:
? ... ein góð søga, sum skapar kjak og rørir við kenslurnar á fólki.