Listeria staðfest hjá Bakkafrost

Bakkafrost hevur funnið lítlar mongdir av listeriabakteriu í útgerðini hjá sær.

Fyri sløkum tveimum vikum síðani staðfesti Bakkafrost listeriabakteriu í útgerðini hjá sær, sum hevur havt við sær, at framleiðslan hevur ligið still í eina viku, meðan útgerðin verður vaskað.

 

- Tað er ikki óvanligt at finna listeriabakteriur í matvøruframleiðslu – serliga innan fiskavørur. Vit hava heldur ikki staðfest tær stóru nøgdirnar av listeria hjá okkum. Tað svarar til góðar 10 bakteriur per gramm, meðan heilsumyndugleikarnir góðtaka upp til 100 bakteriur fyri hvørt grammi, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Tó verður frámælt at eta óviðgjørdan mat við listeriabakterium, og tískil er ikki ráðiligt at eta laksin sum eitt nú sushi.

 

- Laksurin er tó ikki vandamikil, verður hann hitaviðgjørdur. Men vit hava valt at broyta nakrar mannagongdir, vaska alt væl, soleiðis at vit minka um listeriabakteriuna. Í løtuni hevur tað ikki serliga stóra ávirkan á framleiðsluna, nú tað er í summarfrítíðini og alt liggur stilt í slakar tríggjar vikur, sigur Regin Jacobsen.

 

Listeriabakteriur eru vanliga at vinna í vatni, plantum og djórum, og kann í sjáldsomum førum føra álvarsama sjúku við sær.