Listavirðisløn til Sámal Blak

Havnarmaðurin, sum gongur á enskum listaskúla, hevur vunnið virðisløn fyri pallseting av Othello. Virðislønin eitur the Linbury Biennial Prize for Stage Design 2009.

Á heimasíðuni, Arts.co.uk, verður skrivað, at Sámal við hesum er áttandi næmingurin av Central Saint Martin, sum vinnur virðislønina, síðani hendan av fyrstan tíð varð latin í 1987.

Othello verður settur á pall í Birmingham í døgunum, 5. til 19. desember.