Listaverkini hjá Føroya Banka vóru tald við, tá bankin varð seldur, sigur løgmaður. Tað fer ikki at kosta landinum nakað at keypa tey umleið 900 kistaverkini frá Føroya Banka. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við Útvarpið.
Løgmaður hevur fingið eina frágreiðing frá Fíggingargrunninum, og sambært henni hevði kurdurin á partabrøvunum í bankanum verið lægri, um listaverkini ikki vóru við í søluni.
Løgmaður dugir tó ikki at siga, hvussu stóran mun listaverkini gjørdu í sambandi við søluna, tí tey vórðu ikki virðismett frammanundan.